Almen tíðindi | 12-01-2009 13.29
Viðmerking til grein á portalinum frá felagnum "Føroysk miðlafólk" Felagið Miðlafólk fremur í vikuskiftinum eitt sætt álop á Starvsmannafelagið (og heitir á limir okkara, ið arbeiða í Kringvarpinum at melda seg úr Starvsmannafelagnum.)
|
Almen tíðindi | 12-01-2009 10.50
Starvsmannafelagið krevur hoyringsskrivini afturtikin Soljóðandi skriv varð 02.01.09 send leiðslu Kringvarpsins og síðani eisini Kringvarpsstýrinum og landsstýriskvinnuni í mentamálum.
|
Almen tíðindi | 11-12-2008 11.57
Summarhúsið við Gjógv Tað hevur verið vælumtókt at leiga summarhúsið við Gjógv, tí hevur nevndin avgjørt at framleiga summarhúsið í 2009 eisini.
Nevndin hevur avgjørt at seta leigugjaldið eitt sindur upp, soleiðis at nú rinda limir 300kr fyri døgnið, og ikki limir rinda 600kr fyri døgnið.
Man kann leiga húsið við at venda sær til skrivstovu okkara.
|
Almen tíðindi | 02-12-2008 11.01
Avsláttaravtala gjørd við Ivan Johansen bilar Nú ber til hjá limum okkara at fáa 10% í avsláttri, tá bilurin skal rustviðgerast, hetta er galdandi bæði fyri nýggjar sum gamlar bilar.
Avsláttaravtalan er galdandi so leingi báðir partar ynskja tað.
|
Almen tíðindi | 20-11-2008 12.22
Samhuga við Íslandi Fyrst í november var fundur í NOFS (Nordens Offentliganstalldas Fackliga Samorganisation) sum er ein norðurlendskur felagsskapur av 45 fakfeløgum fyri alment sett starvsfólk, umboðandi 2,4 mió. limir. Á fundinum var fíggjarkreppan í øllum heiminum á skránni, og samdist fundurin um, at senda okkara samstarvsfelaga í Íslandi - BSRB og íslendska fólkinum eitt samhugaskriv.
Les samhugaskrivið niðanfyri
|
Almen tíðindi | 04-11-2008 14.51
Í sambandi við samrøðu í Degi og Viku í gjárkvøldið Undirritaða nevndi undir samrøðuni, at vit ikki høvdu fingið tøl, ið vístu at arbeiðsloysið økist her heima.
Hóast vit ikki hava fingið almenn tøl, ella tað er boðað frá, at talið av arbeiðsleysum økist, so er tað ein tung sannroynd, at fleiri fólk eru meint rakt av uppsagnum.
Bæði limir í okkara felagi og eisini øðrum feløgum.
Ein limur okkara ger í teldubrævi í morgun vart við, at tað var óheppin útsøgn, at siga onki arbeiðsloysi er í landinum.
Tí tað eru øki, ið merkja sviðan meinari enn onnur. Og at tað veruliga er arbeiðsloysi í ávísum økjum.
Undirritaða takkar fyri, at vera gjørd varug við ófullfíggjaðað úttalilsið
So hervið ein umbering, um fólk hava undrast og kent teirra støðu negligeraða.
Tað er ein sannroynd, at støðan er ymisk kring landið og útlitini tí eisini ymisk.
Hetta er ein uppgáva, ið okkara kosnu fólk, mugu taka í álvara og raðfesta.
Starvið hevur alstóran týdning fyri okkum menniskju.
Tí kann tað at missa hetta, fáa nógv meira víttfevndar avleiðingar, enn vit kanska í fyrstu atløgu gáa um.
Og hetta bæði reint persónliga og samfelagsliga.
Selma Ellingsgaard, forkvinna
|
Almen tíðindi | 28-10-2008 14.22
Nýggj lønartalva galdandi frá 1. oktober 2008 Vit vilja gera vart við, at lønartalvan frá 1. oktober 2008 er nú galdandi. Hetta er galdandi fyri sáttmálarnar við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið, Føroya Tele og SEV.
|
Almen tíðindi | 20-10-2008 17.38 Nú er nóg mikið – vit hava mist tolið við Postverksleiðsluni! Vit hava við virðing og áliti sum grundarlagi síðani fyrsu løtu roynt av byggja upp samstarv við leiðsluna á Postverki Føroya, men tað hevur verið nyttuleyst. Vit vera hildin fyri tað turra spott – ikki av sáttmálapartinum Føroya Arbeiðsgevarafelag – men av leiðsluni á Postverki Føroya.
|
Almen tíðindi | 08-10-2008 11.22 Rættleiðing Frá Føroya pedagogfelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Føroya Lærarafelag og Starvsmannafelagnum
Til limir okkara
Vísandi til samrøðuna vid forkvinnuna í Starvsmannafelagnum í tíðindunum í gjárkvøldið, vilja nevndirnar í feløgunum koma við eini rættleiðing.
Talan er ikki um samanlegging av feløgunum, men um eitt betri samstarv millum fakfeløgini.
Omanfyri nevndu feløg
|
Almen tíðindi | 30-09-2008 12.04
"CAFÉ-KVØLD" Vit vilja fegin bjóða limum okkara at vera hjartaliga vælkomin á ”Cafékvøld” í hølum Starvsmannafelagsins fríggjakvøldið 14. november frá kl 20.
Vit fara at hugna okkum við felagssangi, spurnarkapping, har vinnaraborðið fær onkran vinning, Hans Hjalti Skaale undirheldur við tónleiki, og verður okkurt lekkurt ábit og kaffi/te at fáa. Møguleiki er at keypa aðrar vørur eisini.
Hetta tiltak er ein liður í at knýta sambandið tættari millum limir, kollegar, álitisfólk og Starvsmannafelagið. Um so er at tit hava okkurt uppskot um okkurt, sum hevði verði stuttligt at tikið við eitt sovovið kvøld, eru tit vælkomin at siga frá.
Vit vóna at tit taka væl undir við tiltakinum, og at tit nýta hetta høvi at hava eitt stuttligt kvøld saman við tykkara kollegum….og okkum.
Vinarliga meldi tykkum til Cafekvøldið seinast mánadagin 10. november við at senda mail til gudrid@starvsmannafelag.fo ella ringja 314868 ella faxa 311092.
|
Almen tíðindi | 30-09-2008 10.40
Sertilboð til limirnar frá Smyril-Line Vit hava fingið eitt sertilboð til okkara limir, og sær tað soleiðis út:
Norrøna:
Tórshavn – Hanstholm 16.10.08
Hanstholm – Tórshavn 25.10.08
2 vaksin og 2 børn við bili (upp til 1,9 m høgur, 5 m langur og 2 m breiður) í innvendigum 4-koyggjukamari
Gisting:
Danland Blokhus 18.10.08 – 25.10.08
Íbúð til 4 persónar (T4) íroknað orkuavgjald
Samlaður prísur íroknað oljuavgjald og bíleggingargjald: 8.955,-
Fyrivarni skal takast fyri møguligum prísbroytingum ið vit onga ávirkan hava á og útseldum plássum.
Um áhugi er at taka av hesum tilboði, so setið tykkum vinarliga beinleiðis í samband við Smyril-Line.
|
Almen tíðindi | 02-06-2008 16.05 Grundlógardagurin 5. juni Grundlógardagurin, sum er hósdagin 5. juni, er ½ frídagur, t.v.s. at tað er arbeiðsdagur til kl. 12.00
|
Almen tíðindi | 07-05-2008 15.26
Frítíðarløn Í hesum døgum verður frítíðarløn, 12% ella frítíðarískoyti 1,5% útgoldið.
Avgerðandi fyri hvørt tú fært frítíðarløn ella frítíðarískoyti er, um tú fært feriu við løn. Fært tú tað, so fært tú frítíðarískoyti, sum er 1,5%, meðan tú fært 12% í frítíðarløn av úrtíðarløn.
Fært tú ikki feriu við løn, so verður 12% útgoldið í frítíðarløn í mai.
|
Almen tíðindi | 22-04-2008 11.22
Nú ber eisini til at fáa avsláttur frá Bixini í SMS Frá 15. apríl varð møguligt hjá limum okkara at fáa 10% í avsláttri av øllum vørum, tó ikki tilboðsvørum, ið verða keyptar í Bixini í SMS. Avtalan er fyribils galdandi fram til 15. apríl í 2009.
|
Almen tíðindi | 07-04-2008 12.53
Avsláttaravtala gjørd við Tórshavnar Maskinhandil Nú ber til hjá limum okkara at fáa 10% í avsláttri av øllum vørum, tó ikki tilboðsvørum, ið keyptar verða í Tórshavnar Maskinhandli. Avtalan er galdandi so leingi sum partarnir hava hug at halda áfram við avtaluni. Limakortið verður víst fram tá goldið verður.
|
Almen tíðindi | 26-03-2008 11.55
Fyrilestur um føroysk kvæði og føroyskan dans Mikukvøldið 2. apríl kl. 19.30 fer Jónleif Johannesen úr Dali at halda fyrilestur um føroyskan dans, siðsøgu og føroysk kvæði í hølum felagsins.
|
Almen tíðindi | 11-03-2008 15.55
Móttøka Í samband við formansskifti í Starvsmannafelaginum verður skipað fyri móttøku í hølum felagsins J.H. Schrøtersgøtu 9
Fríggjadagin 14. mars 2008 frá kl. 14.00 til 17.00.
|
Almen tíðindi | 10-03-2008 18.00
Ársins álitisfólk Ársins álitisfólk 2007 gjørdist Andras Petersen álitisfólk á ALV í Smiðjugerði.
|
Almen tíðindi | 10-03-2008 17.55
Súni Selfoss næstformaður í Starvsmannafelagnum. Nevndin í Starvsmannafelagnum hevur skipað seg á fundi í dag við Súna Selfoss, sum næstformanni. Hini í nevndini eru Selma Ellingsgaard, forkvinna, og nevndarlimirnir eru Niels á Reynatúgvu, Hilmar Augustinussen og Karin Jacobsen.
|
Almen tíðindi | 08-03-2008 17.00
Selma vald til forkvinnu í Starvsmannafelagnum. Á aðalfundinum varð Selma Ellingsgaard vald til forkvinnu við stórum meiriluta, sostatt hevur Starvsmannafelagið í dag á altjóða kvinnudegnum fingið sína fyrstu forkvinnu í søgu felagsins.
Nevndarval varð eisini, har tveir nevndarlimir skuldu veljast. Fyrst valdur varð Niels á Reynatúgvu, og næst vald varð Karin Jacobsen.
Sum tiltakslimir vóru valdir Jákup Páll Mohr Mortensen og Kartni Ravnsfjall.
|
Almen tíðindi | 22-02-2008 15.23
Tilmelding til aðalfundin Aðalfundurin verður á Hotel Føroyum leygardagin 8. mars kl. 10.00 – innskriving fer fram frá kl. 09.00.
Fyri at fáa ein so góðan og væltilrættalagdan aðalfund sum gjørligt, heitir felagið á limirnar, ið ætla sær við á aðalfundin, at útfylla tilmeldingarseðilin, er viðheftur, ella tann í starvsblaðnum, sum kemur út nú, og lata felagnum hann skjótast tilber og í seinasta lagi týsdagin 4. mars 2008.
Máltíð
Felagið bjóðar eina máltíð eftir aðalfundin í felagshølunum, J.H. Schrøtersgøta 9.
Tilmelding.
Tilmeldingin skal vera persónlig. Fyri at tryggja, at tilmeldingarnar verða so neyvar, sum gjørligt, hevur nevndin avgjørt, at tilmeldingin skal vera persónlig og váttað av viðkomandi limi.
Tilmeldingin skal sendast felagnum umvegis telefax 31 10 92 ella við postinum, t.v.s. at tilmelding umvegis teldupost, verður ikki góðtikin.
Atkvøðuseðil verður útflýggjaður á aðalfundinum.
|
Almen tíðindi | 22-02-2008 15.06
Brævatkvøða til aðalfundin Samb. § 14, stk. 6 í lógum felagsins er møguleiki hjá limum, sum ikki koma á ársaðalfundin, at greiða atkvøðu fyri uppstillaðum formansvalevni og nevndarvalevnum hjá felagnum eftir 15. februar 2008.
Mannagondin fyri brævatkvøðugreiðslu er hendan:
Limir skulu persónliga venda sær til skrivstovu felagsins við at ringja á tlf. 314868, 214868, 252909 ella 214768 og fáa atkvøðuseðil sendandi í postinum. Til ber eisini at koma á skrivstovuna eftir atkvøðuseðli.
Saman við atkvøðuseðlinum eru 2 brævbjálvar. Atkvøðuseðilin verður lagdur í annan brævbjálvan og latin aftur. Hesin brævbjálvin verður saman við váttan frá liminum latin í hin brævbjálvan, sum verður sendur til
Advokatvirkið
Sigmund Poulsen, advokat,
Skansavegur 1,
Postboks 85,
110 Tórshavn.
Tað er umráðandi, at váttanin ikki verður løgd í brævbjálvan, sum atkøðuseðilin skal í.
Brævatkvøður skulu verða Sigmund Poulsen, adv. í hendi í seinasta lagi 7. mars 2008 kl. 16.00.
Brævatkvøðurnar verða savnaðar saman og latnar orðstýraranum á aðalfundinum, og verða síðani taldar upp saman við atkvøðunum, sum verða latnar á aðalfundinum.
|
Almen tíðindi | 21-02-2008 14.54
Aðalfundur felagsins verður leygardagin 8. mars kl. 10.00 á Hotel Føroyum Skráin fyri dagin er henda:
Kl 10.00-10.30 morgunmatur
Kl. 10.30-11.15 Kristine S. Hestbech – fyrilestur um arbeiðslív/familjulív
Kl. 11.15- 12.00 Karstin Hansen, landsstýrismaður, førleikamenning og almenna lønarskipanin.
Kl. 12.00-13.00 ábit.
Skrá fyri sjálvan aðalfundin, ið byrjar kl. 13.00:
1. Frásøgn formansins frá
a) farna ári og
b) virki felagsins framyvir.
2. Framløga av grannskoðaðum roknskapum til góðkenningar.
3. Lógarbroytingar
4. Møgulig uppskot frá limum og nevnd.
5. Ásetan av limagjøldum.
6. Val av formanni
7. Val av 2 nevndarlimum og 2 tiltakslimum.
8. Val av roknskapargrannskoðara og tiltakslimi.
9. Ymiskt.
Limir, sum vilja hava uppskot til umrøðu á aðalfundinum og møgulig lógaruppskot, mugu senda nevndini hesi í seinasta lagi leygardagin 1. mars 2008.
Uppskot til formann felagsins er:
Selma Ellingsgaard
Høvdagøta 1
160 Argir
Uppskot til nevndarlimir eru:
Jákup Páll Mohr Mortensen, Mýrisnípuvegur 1A, Tórshavn
Karin Jacobsen, Suðurrás 6, Tórshavn
Kartni Ravnsfjall, Niðaragøta 48, Hoyvík
Niels á Reynatúgvu, Eysturstræti 21, kj, Tórshavn
|
Almen tíðindi | 21-02-2008 14.32
Ferðafrásøgn við Flemming Petersen verður í hølum felagsins fríggjakvøldið 29. februar Fyri limum felagsins skipar Starvsmannafelagið fyri ferðafrásøgn við Flemming Petersen. Tiltakið byrjar kl. 20 fríggjakvøldið 29. februar.
Flemming Petersen hevur ferðast víða um og búð saman við indianarastammu í Paraguay. Hann fer at greiða frá hesum við orðum, myndum og filmi.
Starvsmannafelagið bjóðar køkur og kaffi/te afturvið framløguni.
Ikki er neyðugt við tilmelding, tiltakið er ókeypis.
Hjartaliga vælkomin.
|
Almen tíðindi | 04-02-2008 11.55
Avsláttaravtalur gjørdar Starvsmannafelagið hevur gjørt avsláttaravtalur við fleiri fyritøkur.
|
Almen tíðindi | 03-02-2008 16.21
4 fólka bjóða seg fram sum nevndarlimir í Starvsmannafelagnum Tá freistin at silla upp til nevndina í Starvsmannafelagnum var úti fríggjadagin vóru 4 valenvi sum bjóða seg fram.
Hesi eru:
Niels á Reynatúgvu, arbeiðir á Føroya Tele,
Jákup Páll Mohr Mortensen, arbeiðir á Postverkinum
Kartni Ravnsfjall arbeiðir á Býrarbókasavninum
Karin Jacobsen, arbeiðir á stjórnarskrivstovuni í Tórshavnar Býráð.
|
Almen tíðindi | 25-01-2008 10.39
Uppstilling til nevndarval Á aðalfundinum 8. mars skulu 2 nevndarlimir veljast í nevndina. Freistin at koma við uppskoti er 1. februar.
|
Almen tíðindi | 21-01-2008 13.05 Kalendari á heimasíðuni Nú ber til at fylgja við á heimasíðu okkara, nær hølið hjá Starvsmannafelagnum er útleigað.
|
Almen tíðindi | 18-01-2008 12.13
Lærlingaráð er sett á stovn Mánadagin varð stovnandi fundur í Starvsmannafelagnum, har avgjørt varð at seta lærlingaráð á stovn.
Nevndin skipaði seg á fundi hósdagin 17. januar.
|
Almen tíðindi | 16-01-2008 10.14
Eittans valevni til formann Tá freistin at stilla upp til formann í Starvsmannafelagnum var úti, var eittans uppskot um valevni komið. Næstforkvinnan í Starvsmannafelagnum Selma Ellingsgaard stillar upp, og sostatt verður tað fyrstu ferð í søgu felagsins at ein kvinna situr í formannsstólinum.
Selma Ellingsgaard er 36 ára gomul, er útbúgvin sosialráðgevi og starvast í dag á Sosialu deild hjá Tórshavnar býráð. Selma var vald í nevndina í Starvsmannafelagnum í 2001, Síðani 2006 hevur Selma verði næstforkvinna.
Aðalfundurin í Starvsmannafelagnum verður leygardagin 8. mars, kl. 10.00.
|
Almen tíðindi | 23-12-2007 14.19
Upptilling til formann í Starvsmannafelagnum Starvsmannafelagið skal hava nýggjan formann á aðalfundinum 8. mars 2008, tá verandi formaður Gunnleivur Dalsgarð ikki stillar upp aftur. Freistin at koma við uppskoti til formann er 15. januar 2008.
Nevndarval verður eisini á aðalfundinum, har 2 nevndarlimir skulu veljast. Freistin at stilla upp til nevnd er 1. februar 2008.
Uppstilling til formann og nevnd fer fram samb. § 9 í lógum felagsins.
|
Almen tíðindi | 23-11-2007 14.59 Starvsmannafelagið stevnir P/f Postverki Føroya Starvsmannafelagið hevur vegna limir í fyrrverandi Postfelagnum latið Føroya rætti 3 stevningar.
|
Almen tíðindi | 23-11-2007 10.31 P/f Føroya Tele stevnt. Starvsmannafelagið hevur vegna Jákup Danielsen stevnt P/f Føroya Tele í sambandi við at Jákup Danielsen varð er sagdur úr starvi.
|
Almen tíðindi | 23-11-2007 10.25
Eftirløn í barsilsstíðini. Nú broytingar skulu gerast í barsilsslígini eigur spurningurin um eftirløn í barsilsstíðini at verða tikin við.
Sí skriv til Vinnumálaráðið.
|
Almen tíðindi | 12-10-2007 14.19
Uppsagnarmálið áMatrikulstovuni endaliga avgreitt. Starvsfólkini fingu starvið aftur og semja er gjørd um endurgjald fyri tort
|
Almen tíðindi | 08-10-2007 11.00
Føroya Postfelag lagt saman við Starvsmannafelagnum. Á eykaðalfundinum hjá Postfelagnum fríggjakvøldið var stórur meiriluti fyri at leggja saman við Starvsmannafelagnum. Sostatt er Føroya Postfelag avtikið sum fakfelag, og limirnir eru nú limir í Starvsmannafelagnum. Limatalið í Føroya Postfelag er 260.
Sí tíðindaskriv.
|
Almen tíðindi | 02-10-2007 16.13
Nýtt starvsfólk Nevndin hevur sett Guðrið Joensen í starv í felagnum frá 1. oktober 2007. Guðrið hevur áður arbeitt sum yrkisnevndarskrivari í Yrkisdeplinum.
|
Almen tíðindi | 17-09-2007 14.44
Saman standa vit sterkari Nevndirnar í Føroya Postfelag og Starvsmannafelagnum hava í eina tíð samráðst um samanlegging av feløgunum við tí høvuðsendamáli at styrkja og menna rættindi okkara – saman standa vit sterkari!
Eyðaaðalfundur verður hildin í Føroya Postfelag leygardagin 22. september 2007, har limirnir taka støðu til samanfeggingina.
|
Almen tíðindi | 20-06-2007 11.00 Yvirlýsing
Vit eru provokerað!
Nú um dagarnar fingu 15 starvsfólk í P/F Postverki Føroya uppsøgn. Hetta er gjørt fyri at provokerað Postfelagið til at ganga frá vunnum rættindum. Postfelagið skal víkja frá galdandi sáttmála, sum annars er í gildi til 1. oktober í 2007.
|
Almen tíðindi | 18-05-2007 17.06 Starvsfólk til Starvsmannafelagið Starvsmannafelagið søkir eftir starvsfólki til umsiting felagsins at byrja eftir avtalu.
Uppgávu:
Starvsmannafelagið er í holtur við at menna felagið og sóknast tí eftir fólki, ið við ágrýtni og fakfelagsanda skal røkja áhugamál felagsins og verða viðspælari hjá nevnd og tæna limum felagsins. Tú kemur at starvast í umsiting felagsins og eisini taka lut í dagliga umsitingarliga arbeiði felagsins. Høvuðsdentur verður lagdur á uppsøkjandi arbeiði, tiltøk í húsum okkara og vera við til at stinga út í kortið framtíðarhugsjónir felagsskapi okkara at gagni.
|
Almen tíðindi | 02-05-2007 10.38 TÍÐINDASKRIV Starvsmannafelagið vil hava sáttmála fyri portørar og ambulansastarvsfólk frá 1. oktober 2007
Starvsmannafelagið hevur 30.04.2007 sent Fíggjarmálaráðnum bræv og biðið um tingingar við Fíggjarmálaráðið um sáttmála fyri portørar og ambulansastarvsfólk, sum skal galda frá 1. oktober 2007.
|
Almen tíðindi | 02-05-2007 10.35
Skriv til Bárð Nielsen, landsstýrismann í Fíggjarmálum. Áheitan um samráðingar um sáttmála fyri portørar og ambulansastarvsfólk
Starvsmannafelagið skal við hesum biðja um tingingar við Fíggjarmálaráðið um kollektivan sáttmála fyri portørar og ambulansastarvsfólk at koma í gildi 1. oktober 2007, tá galdandi sáttmáli millum Fíggjarmála¬ráðið og Havnar Arbeiðsmannafelag fer úr gildi.
|
Almen tíðindi | 30-04-2007 11.35 Temakvøld um skatt og eftirløn. Vit leggja fyri nú mikukvøldið 2. mai kl. 19.30, har spurningurin um skatt og eftirløn verður tikin upp til viðgerðar. Talan er um tvey evnir, sum eru viðkomandi og ikki minni av stórum týdningi fyri okkum.
|
Almen tíðindi | 23-04-2007 11.39 Flagdagurin 25. apríl Sambært sáttmála er flaggdagurin 25. apríl heilur frídagur. Um arbeitt verður hendan dag, er samsýningin 100% í yvirtíð.
|
Almen tíðindi | 23-03-2007 11.59 Aðalfundur í Samlagstryggingargrunninum Aðalfundur var í gjárkvøldið í Samlagstryggingargrunninum. Aðalfundurin samtykti at halda fram við at rinda 2% av eftirlønini í grunnin. Lokaupphæddin er framvegis kr. 100.000,00, og verður óbroytt til aðalfundin 2010. Aðalfundurin samtykti at heita á nevndina at gera framrokningar og metingar, ið verða lagdar fyri aðalfundin í 2010.
Aðalfundurin samtykti at hækka útgjaldið fyri hættisligar sjúkur til kr. 100.000,00, hetta er møguligt innan fyri verandi 2% gjald.
Nevndin fyri Samlagstryggingargrunnin varð afturvald, í henni sita Gunnleivur Dalsgarð, John Kjær og Jákup Danielsen.
|
Almen tíðindi | 20-03-2007 09.21
Selma heldur fram sum næstforkvinna. Nevndin í Starvsmannafelagnum hevur skipað seg á fundi í gjár við Selmu Ellingsgaard sum næstforkvinnu. Hini í nevndini eru Gunnleivur Dalsgarð, formaður, og nevndarlimirnir eru Niels á Reynatúgvu, Hilmar Augustinussen og Súni Selfoss.
|
Almen tíðindi | 19-03-2007 12.17 Aðalfundur i Samlagstryggingargrunninum verður hóskvøldið 22. mars kl. 19.00 í hølum felagsins J.H. Schrøtersgøta 9.
|
Almen tíðindi | 19-03-2007 12.15 2 nýggir nevndarlimir valdir á aðalfundinum. Á aðalfundinum leygardagin 17. mars vóru 2 nýggir nevndarlimir valdir, teir eru Súni Selfoss og Hilmar Augustinussen, teir komu ístaðin fyri Eimi Fossdalsá og John Kjær.
Eykalimir eru Eimi Fossdalsá og Harald H. Haraldsen.
|
Almen tíðindi | 16-03-2007 10.17
Aðalfundur felagsins verður leygardagin 17. mars. Kl. 13.00 verður aðalfundur felagsins settur í Norðurlandahúsinum. Ársins leiðari, Andras Róin, verður gestarøðari, har hann m.a. fer at greiða frá, hvussu eitt nýmótans arbeiðspláss er skipað og hvussu leiðslur og starvsfólk annars kunnu mennast í einum samstarvi.
|
Almen tíðindi | 24-01-2007 11.03
Uppstilling til nevndarval í Starvsmannafelagnum Vísandi til § 9, stk. 5 í lógum felagsins skal uppskot til nevndarlimir verða felagnum í hendi innan 1. februar 2007. Valið fer fam á aðalfundinum, sum verður leygardagin 17. mars 2007.
|
Almen tíðindi | 22-12-2006 11.26
Tilboð frá Fragd og Fimi Vit minna limirnar á góðu tilboðini frá venjingarmiðstøðini Fragd og Fimi, www.fragdogfimi.com
Hesi eru eisini umrødd í nýggjasta Starvsblaðnum.
|
Almen tíðindi | 07-12-2006 10.57 Nýggjar lógir fyri Starvsmannafelagið Á eyðaaðalfundinum í gjárkvøldið vóru nýggju lógirnar einmælt samtyktar.
Ein av fyrstu døgunum verða nýggju lógirnar at finna á heimasíðuni.
|
Almen tíðindi | 21-11-2006 14.05 Eykaaðalfundur verður 6. december kl. 19.00. Boðað verður til eykaaðalfundar í Starvsmannafelagnum mikukvøldið 6. december 2006, kl. 19.00 í hølum felagsins J.H. Schrøtersgøta 9, Tórshavn.
Skráin fyri eykaaðalfundin:
uppskot um lógarbroyting.
Limir sum vilja hava uppskot til lógarbroyting á eykaaðalfundinum, mugu senda nevndini hesi í seinasta lagi mikudagin 29. november 2006.
Starvsmannafelagið
|
Almen tíðindi | 10-11-2006 10.31
Kæra av trimum avgerðum hjá Matrikulstovuni. Vegna Sverra Arge, Beintu Z. Nielsen og Sørin D. Højgaard skal Starvsmannafelagið við hesum kæra fylgjandi avgerðir hjá Matrikulstovuni:
1) Avgerð, dagfest 12. oktober 2006, um at ætla at siga teimum úr starvi
2) Avgerð, dagfest 27. oktober 2006, um at sýta fyri at útseta hoyringsfreistina
3) At lønin til tey trý er steðgað, hóast tey framvegis eru í starvi
|
Almen tíðindi | 10-11-2006 10.26
Skriv til Føroya Løgting Tað er við tungum huga, at felagið hevur lisið bræv tygara við avgerð um ikki yvirhøvur at reisa málið um at taka órinið frá løgtingsmanni, soleiðis sum felagið bað um.
|
Almen tíðindi | 15-09-2006 10.58
Stevning móti Kjartan Joensen, løgtingsmanni. Starvsmannafelagið hevur orðað stevning móti Kjartan Joensen, og er hon send løgtingsformanninum. Biðað verður nú eftir, at løgtingið tekur órini frá Kjartan Joensen, løgtingsmanni, so stevning kann latast Føroya Rætti.
|
Almen tíðindi | 15-09-2006 10.51 Fasti gerðarætturin Starvsmannafelagið hevur lagt 2 mál fyri Fasta gerðarættin. Málini eru um tulking av protokollati til § 6 um ávaringar, og § 11 Farloyvi í sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið.
|
Almen tíðindi | 23-08-2006 11.20 Starvsmannafelagið biðið Løgtingið taka órinið frá Kjartan Joensen, løgtingsmanni. Starvsmannafelagið undrast á orðingarnar í skrivinum og niðurstøðuna tit koma til og sum vit als ikki eru samd við tykkum í og tíansheldur kunnu góðtaka.
Starvsmannafelagið skal tískil við hesum heita á Føroya Løgting um at taka órinið frá Kjartan Joensen, løgtingsmanni, so hann við rættarsak kann standa til svars fyri tað, sum hann førdi fram av løgtingsins røðarapalli um limir felagsins og onnur. Og vit rokna við sum givið, at løgtingið fer at gera hetta, um álitið á tingið ikki enn einaferð skal fáa eitt álvarsamt bakkast.
|
Almen tíðindi | 23-08-2006 11.06
Svarskriv frá Føroya Løgtingi Orsøkin til skrivið frá felagnum er, at Kjartan Joensen, løgtingsmaður, undir viðgerðini av løgtingsmáli nr. 3/2006: Uppskot til samtyktar um rætt til fráveru vegna sjúku hjá børnum, eftir felagsins tykki á grovan hátt hevur lagt eftir almennum starvsfólkum, og at hann skal hava skuldsett læknar fyri at falsa sjúkraváttanir hjá almennum starvsfólkum.
|
Almen tíðindi | 15-08-2006 10.25
Skriv til Føroya Løgting Vit hava fleiri ferðir áður gjørt formannsskapinum vart við og kært til tykkaras, tá tingfólk fáa mestsum fríar ræsur frá løgtingsins røðarapalli at leggja eftir og beinleiðis hunddálka almenn starvsfólk, uttan at formannskapurin sær út til at rætta hond frá síðu til í minsta lagi at átala slík álop.
|
Almen tíðindi | 09-06-2006 14.51
Skeiv tøl í uppgerðini frá Føroya Lívstrygging. Allir limir í Samlagstryggingargrunni Starvsmannafelagsins hava fingið sendandi yvirlit yvir samlagstryggingina frá Føroya Lívstrygging. Yvirlitið byggir á avtaluna, sum var í gildi fyrsta januar 2006 og ikki á verandi avtalu.
Hetta kann elva til misskiljingar, og fer Føroya Lívstrygging skjótast tilber at senda nýtt skriv, íð vísir verandi tryggingarupphæddir.
|
Almen tíðindi | 24-04-2006 11.43 Flagdagurin 25. apríl Sambært sáttmála er flagdagurin 25. apríl heilur frídagur. Um arbeitt verður flagdagin verður samsýnt við 100 % í yvirtíð.
|
Almen tíðindi | 16-03-2006 10.51
Aðalfundurin í Samlagstryggingargrunninum Aðalfundur í Samlagstryggingargrunninum hjá Starvsmannafelagnum var mikukvøldið 15. mars. Á aðalfundinum varð nevndin afturvald og vóru broytingar í viðtøkum og tryggingunum samtyktar.
|
Almen tíðindi | 14-03-2006 17.36
Selma Ellingsgaard, næstformaður Nevndin í Starvsmannafelagnum hevur skipað seg við
Selmu Ellingsgaard sum næstformanni.
Hini í nevndini eru Gunnleivur Dalsgarð, formaður,
John Kjær, Eimi Fossdalsá og Niels Petersen
|
Almen tíðindi | 13-03-2006 14.55
Ársins álitisfólk Ársins álitisfólk 2006 gjørdis Kathrina Klein, sum starvast í vekslaranum á Landssjúkrahúsinum.
|
Almen tíðindi | 13-03-2006 11.48 Aðalfundurin í Samlagstryggingargrunninum Aðalfundur í Samlagstryggingargrunninum verður mikukvøldið 15. mars kl. 19.00 í hølum felagsins
J.H. Schrøtersgøta 9.
Nevndin.
|
Almen tíðindi | 12-03-2006 11.58
Aðalfundurin Á aðalfundinum leygardagin 11. mars
varð nevndin afturvald
|
Almen tíðindi | 10-03-2006 12.56
Aðalfundurin fluttur til kl. 16.00 Aðalfundurin er lýstur at verða í morgin leygardagin kl. 14.00 í Norðurlandahúsinum, men vegna jarðarferð verður aðalfundurin fluttur til at verða kl. 16.00 í staðin.
Nevndin í Starvsmannafelagnum.
|
Almen tíðindi | 08-03-2006 13.50
AÐALFUNDUR Aðalfundur felagsins verður í Norðurlandahúsinum
leygardagin 11. mars kl. 14.00.
Møti fjølment.
Nevndin.
|
Almen tíðindi | 17-02-2006 12.34 Til Álitisfólkini Vit tóku fyrru avgerðina sakliga og eftir ráðgeving og okkara bestu sannføring. Tá so aðrar og nýggjar upplýsingar fyriliggja seinni, endurskoða vit sjálvsagt málið, umframt eisini ráðføra okkum við óhefta sakføraran.
|
Almen tíðindi | 17-02-2006 12.32 Tíðindaskriv Vísandi til avgerðina hjá nevndini í Starvsmannafelagnum um, at Heini Joensen sambært viðtøkum felagsins ikki kann veljast í nevndina, skal verða sagt frá, at nevndin hevur viðgjørt málið av nýggjum og er komin til fylgjandi niðurstøðu:
|
Almen tíðindi | 03-02-2006 10.18
Aðalfundurin útsettur til 11. mars 2006 Aðalfundur felagsins verður hildin í Norðurlandahúsinum 11. mars 2006.
|
Almen tíðindi | 16-01-2006 10.54 2 valevnir til formansvalið í Starvsmannafelagnum Freistin at stilla upp til formann í Starvsmannafelagnum var úti á midnátt 15. januar. Uppskot er um 2 valevni. Tey eru verandi formaður Gunnleivur Dalsgarð og Heini Joensen.
Aðalfundurin verður leygardagin 4. mars 2006.
|
Almen tíðindi | 05-01-2006 12.23 Nevndin í Starvsmannafelagnum er umskipað. Súni Selfoss hevur sagt seg úr starvið í Kringvarpinum og flytur til Danmarkar, og fór úr nevndini 1. januar 2006. Í nevndina kemur Selma Ellingsgaard, sum er fyrst valdi eykalimur.
Heini Joensen, er farin úr starvið sínum í Skógrøktini 1. januar 2006, og er í tíðaravmarkaðum starvi hjá Starvsmannafelagnum til 1. mars 2006. Sambært lógum felagsins, kann starvsfólk hjá felagnum ikki verða nevndarlimur, og er hann tí farin frá sum næstformaður 1. januar 2006.
Inn í nevndina kemur Niels Petersen, sum er næst valdi eykalimurin.
Nevndin hevur tí skipað seg av nýggum við Selmu Ellingsgaard sum næstformanni fram til aðalfundin.
Nevndin í Starvsmannafelagnum.
|
Almen tíðindi | 22-12-2005 16.21 Tíðindaskriv Bjarni Djurholm, landsstýrismaður fekk mikudagin 21. desember handað álit frá bólkinum, ið settur var at gera tilmæli til skipan fyri trætumál á arbeiðsmarknaðinum.
|
Almen tíðindi | 20-12-2005 10.15
Gleðilig jól og gott nýggjár verður ynskt limum, viðskiftafólki og stovnum, takk fyri gott samstarv.
Starvsmannafelagið
|
Almen tíðindi | 20-12-2005 09.57
Skriv til Føroya Løgting Løgtingsins røðarapallur – eitt opið forum fyri útspilling av almennum starvsfólki?
|
Almen tíðindi | 20-12-2005 09.51
Mótmæli móti fíggjarligari niðurpíning av Arbeiðseftirlitinum Nú frættist, at spariknívurin aftur er á lofti móti Arbeiðseftirlitinum og harvið móti trygd arbeiðandi fólksins.
|
Almen tíðindi | 08-07-2005 13.06
Tíðindaskriv Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum virðir ikki galdandi gerðarrættarskipan.
|
Almen tíðindi | 06-07-2005 14.56
Skriv til Løgtingið Viðv. fráboðan um uppílegging í sáttmálaviðurskiftunum millum Maskinmeistarafelagið og S.E.V.
|
Almen tíðindi | 05-07-2005 10.10
Verkfallið hjá Maskinmeistarafelagnum fyri maskinmeistararnar sum arbeiða hjá S.E.v.
|
Almen tíðindi | 23-06-2005 14.38 Oddagrein av misgávum er oddagreinin frá seinasta Starvsblaðið endurprentað í blaðnum, sum júst er útkomið. Hjáløgd er oddagreinin, sum skuldi verða í blaðnum.
|
Almen tíðindi | 14-06-2005 15.25
Val til umboðsráð í P/F Føroya Lívstrygging Skipað verður fyri vali av 5 persónum at umboða tryggingartakararniar undir tilgongdini at einskilja P/F Føroya Lívstrygging.
|
Almen tíðindi | 13-05-2005 16.40
Yvirlýsing
|
Almen tíðindi | 12-05-2005 15.53
8 fakfeløg tikið stuðul til arbeiðssteðgin aftur. Undirritaðu fakfeløg taka hervið stuðul sín til fráboðaða verkfallið 20. mai 2005 aftur.
|
Almen tíðindi | 11-05-2005 10.51
FRÁBOÐAN UM ARBEIÐSSTEÐG. Frá á midnátt hósdagin 19. mai til á midnátt 20. mai 2005.
|
Almen tíðindi | 11-05-2005 10.22
Tíðindaskriv/yvirlýsing Feløg, sum hava sáttmála við Fíggjarmálaráðið, hava viðgjørt ta álvarssomu støðuna, at landsins myndugleikar herundir Fíggjarmálráðið seinastu árini í fleiri førum hava nýtt fútarættin, at steðga eini arbeiðsósemju og harvið sníkja fremmandar arbeiðsrættarreglur inná okkum, reglur, sum annars ikki eru í gildi í Føroyum.
|
Almen tíðindi | 03-05-2005 14.05
Viðmerking til semjuna á privata arbeiðsmarknaðinum Partarnir á privata arbeiðsmarknaðinum hava gjørt semju, sum í veruleikanum er ein reallønarlækking og samstundis skerjir verksfallsrættin. Ein søgulig semja má sigast. Les meira her |
Almen tíðindi | 03-05-2005 10.23
Sáttmálasamráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum. Privati arbeiðsmarknaðurin fær 2,4% í einum 2 ára sáttmálaskeiði. Les meira her |